Hóast fyrsti vetrardagur ikki er fyrr enn mánadag í næstu viku, so er nógvur kavi niðurkomin í nátt. Tað er komi rættiliga óvart á fleiri bilførarar, og hevur eisini tarnað virksemi kring alt landið.
Á løgreglustøðini hava tey eisini úr at gera í morgun, tí bilar ikki eru nóg væl skøddir.
- Her er eitt endaleyst kaos. Orsøkin er tann, at bilarnir ikki eru nóg væl skøddir, hóast øll eru væl og virðilig ávarað um, at tað fór at kava. Hetta er tað sama hvørt ár, bilførarar verða tiknir av bóli av fyrsta kavanum. So tað eru nøkur smærri bilóhapp og ferðslan gongur øgiliga seint, verður upplýst av løgreglustøðini.
Fyri løtu síðani fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp við Streymin. Ambulansa og løgreglan er á veg á staðið, men vakthavandi upplýsir, at talan ikki er um nakran mannskaða.