Eitt dreymastarv

47 ára gamli danin Jens Frederiksen hevur tikið við starvinum sum leiðari á Listasavni Føroya, og hann er ikki í iva um, at hetta er hansara dreymastarv. Hann vil halda fast við, at føroysk listafólk framhaldandi skulu fáa innivist á Listasavninum

Leygardagin seinnapartin var lítil hátíðarløta á Listasavni Føroya ella Listaskálanum, sum húsið vanliga verður rópt. Hátíðarhaldið var í sambandi við, at nýggjur leiðari hevur tikið við eftir Bárð Jákupsson.
Talan er um 47 ára gamla Jens Damsbo Frederiksen, sum komandi tíðina verður leiðari í Listaskálanum. Bárður Jákupsson hevur røkt starvið seinastu 25 árini, men hevur nú valt at taka seg aftur.
Jens Frederiksen hevði sín fyrsta arbeiðsdag mánadagin 6. januar, og vit fingu orðið á hann á hansara nýggja arbeiðsplássi.

Dreymastarv
? Hetta er eitt dreymastarv, sum eg havi fingið, og eg gleði meg nógv at fara undir hesa nýggju avbjóðingina, sigur nýtilnevndi leiðarin, sum annars sigur seg kenna húsið og virksemi tess væl frammanundan.
Á hátíðarhaldinum leygardagin hevði Jens eina stutta røðu fyri teimum, sum komin vóru saman, og hann vil halda fast við, at tey lokalu, føroysku listafólkini framhaldandi skulu fáa innivist í Listaskálanum.
? Eg haldi tað vera av stórum týdningi, at tey lokalu listafólkini fáa gott pláss á einum staði sum hesum, og tað fari eg at royna at halda fast við. Tað er eisini gott at fáa útlendsk listafólk hendavegin við teirra framsýningum, men tey føroysku skulu ongantíð detta burturímillum, sigur Jens Frederiksen og sipar serliga til várframsýningina og ólavsøkuframsýningina, har føroysk listafólk kunnu vísa nýggj verk fram.
Hann vísir tó á, at hann sum leiðari skal finna eina javnvág millum útlendskar framsýningar og tær við føroyskum uppruna.
? Vit skulu vera við til at leggja lunnar undir yrkisleiðina hjá føroyskum listafólkum, so at tey kunnu fara út um landoddarnar við síni list. Um tey ikki fáa rúm á føroyskum framsýningum, so hava tey ongan møguleika at sleppa víðari við síni list, sigur Jens Frederiksen.
Hann nevnir sum dømi, at í hesi vikuni fara átta føroysk listafólk til Íslands við eini framsýning, sum verður nevnd Atlantic Vision, og tey hava øll verið frammalaga í tí føroysku listaverðini seinastu árini. Jens verður sjálvur við á hesi ferðini saman við landstýrismanninum við mentamálum. Hann skal til Íslands at "vísa andlit", sum tað verður nevnt.
Fyrireikingarnar til várframsýningina fara í gongd nakað skjótt, tí hon skal lata upp tann 1. mars. Hetta er ein av stórhendingunum í kalendaranum hjá føroyskum listafólki og hjá Listaskálanum.

Fleiri starvsfólk
Í løtuni eru bara tvey fulltíðarstørv í Listaskálanum, men Jens Frederiksen kundi hugsa sær at fingið eitt starvsfólk afturat, tí tey hava ov nógv um at vera sum nú er. Ofta er tað so, at listafólkini sjálvi mugu hjálpa til, tá framsýningar eru á skránni.
Eisini hevur hann í hyggju at fara undir umvælingar av tí gamla partinum av húsinum uppi í Gundadali. Hetta hevur leingi ligið á láni, og betongveggirnir geva ikki góðan akustik, tá tónleikaframførslur eru á skránni. Hetta kann tó ikki lata seg gera fyrr enn í 2004, tí fíggjarætlanin fyri í ár longu er løgd.
Hann eftirlýsir eisini einum anleggi, sum kann máta vætuna í luftini, tí hetta er eitt krav hjá øðrum listasøvnum. At kenna vætuinnihaldið í luftini er neyðugt, tá gomul ting, sum ikki tola vætu, skulu sýnast fram.
Hetta fyrsta árið hjá Jens Frederiksen er eitt royndarár, og um samstarvið gongur sum ætlað, kann hann halda fram í fimm ár, tá starvið aftur verður lýst leyst.
Jens Frederiksen er 47 ára gamal og er upprunaliga frá Aalborg. Hann hevur lisið á universitetinum í Aarhus, og er er cand.mag. í donskum og listasøgu. Jens flutti til Føroyar í 1982, tá hann fór at undirvísa á studentaskúlanum í Hoydølum. Tað starvið hevur hann nú sagt frá sær.
Jens hevur eisini gjørt vart við seg sum listamálari, og hann hevur sjálvur verið við á fleiri framsýningum seinastu árini.