Eitt dómaraskeið er ikki nóg mikið

Eitt dómaraskeið fyri nýbyrjarar er ein góð byrjan, men bjargar ikki dømingini í teimum fremstu deildunum

Seinnapartin klokkan 17 hevur starvsnevndin í Hondbóltssambandi Føroyar nevndarfund, har stóra trotið á dómararum í teimum fremstu hondbóltsdeildunum verður umrøtt. Hondbóltssambandi skipar fyri einum dómaraskeiði mikudagin í hesari vikuni.

 

Hetta halda fremstu hondbóltsdómararnir verða eitt vælmeint stig, men tað fer ikki at hjálpa uppá akutta tørvin á dómarum í teimum fremstu hondbóltsdeildunum.

 

Eyðun Samuelsen, altjóða dómari staðfestir, at enn mangla fleiri dómarapør, um tað skal bera til at fáa eina væl avgreidda landskapping í hondbólti í vetur.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Eyðun Samuelsen, sum var tikin upp seinnapartin.