Eitt demokratiskt vónbrot

Oddagrein:

Forsetavalið í Iran gjørdist eitt vónbrot fyri tey mongu uttan fyri so væl sum innan fyri iransk landamørk, sum høvdu vónir um eina meira demokratiska tilgongd framyvir. Til valið stóð stríðið serstakliga millum tann víðgongda konservativa forsetan Ahmadinejad og tann meira hóvliga og broytingarsinnaða Mousavi. Viðhaldsfólk hjá hesum seinna eru vónbrotin og hava skipað fyri mótmælisfundum í Teheran, og alt hetta hevur elvt til størsta gøtuófrið í Iran í 30 ár.

 

Iran hevur eina sermerkta politiska skipan, har nógvir ymiskir stovnar býta valdið og stríðast um valdið. Politiska skipanin fevnir eitt nú um eitt fólkavalt lóggávuting og ein fólkavaldan forseta, sum formliga hava ávikavist lóggávuvald og útinnandi vald. Men herumframt er eitt átrúnaðarligt ikki fólkavalt eftirlitsráð, ið skal góðkenna eitt nú øll valevni og sum heild hevur vald til at tryggja, at allar lógir og politiskar avgerðir eru í samsvari við galdandi átrúnaðarligar meginreglur. Eisini kollveltingarhirðin hevur mikið vald. Dómstólarnir eru ikki óheftir av politiska valdinum soleiðis sum í einum vanligum vestligum fólkaræði og tað er so sum so við rættartrygdini. Heildarmyndin er eitt prestastýri, sum gevur veljarafjøldini ávís formlig rættindi, lóggavutingi og forseta eitt ávíst vald, samstundis sum hetta vald skal útinnast innan teir neyvu karmar, sum prestavaldið ásetir. Iran er sostatt í roynd og veru eitt islamiskt teokrati.

 

Ein fylgjan av harðrendu framferðini hjá iransku valdsharrunum úti so væl sum heima er, at Iran meira ella minni hevur verið avbyrgt síðan prestastýrið tók við valdinum fyri gott og væl trýati árum síðani. Kjarnorkupolitikkurin, antiísraelski og ágangandi uttanríkispolitikkurin hava elvt til sera vánalig viðurskifti við USA og við vestuheimin sum heild, og Iran eigur sín part av ábyrgdini av, at spenningurin í Miðeystri tykist økjast heldur enn at linka. Forsetin undan hesum, Khatemi, var hóvligur og broytingarhugaður og iranska samfelagið tók nøkur týðandi stig demokratiska vegin. Spenningurin minkaði, men alt hetta fór fyri skeyti, tá Ahmadinejad gjørdist forseti fyri fýra árum síðan. Nú bera eygleiðarar ótta fyri øktum spenningi í Miðeystri eins og ongar vónir eru fyri nakrari demokratisering av iranska samfelagnum. Kjarnorkupolitikkurin verður óbroyttur og hetta verður ein stóru trupulleiki hjá Obama forseta, sum varisliga hevur roynt at nærkast Iran til tess at minka um spenningin í Miðeystri og fáa betri viðurskifti millum Ísrael og tess grannar.

 

Samantikið er valúrslitið eitt stórt vónbrot ikki bert fyri hóvsomu og demokratisku kreftirnar í sjálvum Iran men so sanniliga eisini fyri USA og tess sameindu, sum hava sera stóran tørv á friði í Miðeystri, so stjórnirnar kunnu fáa høvi at savna seg um at loysa teir ovurstóru trupulleikar, sum eitt nú altjóða búskaparkreppan hevur borið við sær. Heimurin er ikki vorðin tryggari eftir forsetavalið í Iran, heldur er tað øvugt.