Eitt demensvinaligt land

Hóskvøldið verður demensøkið sett á breddan í Posthúshjallarnum í Havn.

 

1. januar yvirtóku kommunurnar eldraøkið, og ein partur av eldraøkinum var demensøkið. Nú skipar Alzheimerfelagið fyri einum kunningartiltakið í Posthúskjallaranu, at kunna um demens í Føroyum og støðuna hjá teimum, ið eru rakt av sjúkuni.

 

Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum, Jónvør Kristiansen, demenssamskipari, og Marjus Dam, kommunulækni, fara øll trý at hava orðið hetta kvøldið.  

 

Tosað verður um demensvinalig røktarheim og eldrasambýli, og hvat skal til, fyri at skapa eina demensdeild á høgum støði. Heimavitjanirnar verða eisini umrøddar og ábyrgdarbýti millum  ymsu starvsfólkini á demensøkinum. Eisini verður komið inn á dagtilboð og serkunnleika um demens.

 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, og Páll á Reynatúgvu, umboð fyri Sands Komunu, fara at hugleiða úr Demensætlanini fyri 2015, nú kommunurnar hava yvirtikið økið. 

 

Síðani verður aðalfundur í Alzheimerfelagnum.

 

- Fylgja við Demensætlanini, koma allar Føroyar væl inn í framtíðina, og tá blíva Føroyar eitt "demensvinaligt" land, skrivar Alzheimerfelagið í innbjóðingini til fundin.