Hugsið tykkum - at skipa fyri eini ferð til Týsklands fyri at minnast,
at eitt ávíst áramál er liðið, síðani ein týskur kavbátur søkti eitt føroyskt fiskiskip!
Minnist meg rætt, gav týski kavbátaskiparin manningini á Union Jack lov at fara í batin. Manningin vann upp land, so henda atsóknin kravdi ikki
mannalív.
Afturímóti kravdu onnur álop og aðrar atsóknir mannalív. Lutfalsliga misti eingin tjóð so nógv fólk á sjónum sum føroyska tjóðin.
Nógvar konur mistu mann í bestu árum. Mong børn mistu pápan. Næstan hvør bygd kendi sviðan, tá hesir havsins synir settu lív í váða. Summir settu lív í váða fyri at vinna til lívsins uppihald. Aðrir fyri at geva sítt íkast í stríðnum ímóti nasistiska og fasistiska einaræðinum.
Summir hóraðu undan týskum álopunum. Særdir ella ikki - tað merkti teir likamliga og sálarliga restina av lívinum. Nøkur av okkum hava upplivað hetta - tá torpedobresturin vitjaði aftur, mong ár seinri, pína og minni frá hesum helviti, brestum og blóði, og sundurskotnum likamslutum. Vit hava torført at skilja, at nakar kann vera so lítið at sær komin at skipa fyri ein ferð til Týsklands at minnast eina atsókn móti føroyskum skipi og føroyingum!
Veit ikki, um nakar av manningini á kavbátinum, sum søkti Union Jack, er á lívi.
- Men er ætlanin at takka fyri, at teir góvu manningini ein møguleika at sleppa í bátin? Teir fingu jú ikki annað enn ein møguleika. Tað var á opnum havi. Eitt undur, at teir komu livandi frá hendingini.
- Ella er ætlanin at fara á kirkjugarðar at seta blómutyssi fyri at minnast hesar kappar í týska flotanum? Men kanska hevur henda manningin onnur mannalív á samvitsku síni, og hvat siga tey, sum kanska mistu mann ella pápa, til hesa minnisferð føroyinga, um tey frætta um hana?
Skal ikki spæla við fleiri tankar. Vit skulu heldur ikki bera agg til týskarar ella Týskland. Tað eru skjótt tvey mannaminni, síðani hetta hendi, og týska tjóðin í dag kann ikki taka ábyrgdina av ógerðunum tá. Men vit skulu ikki gloyma tað sum hendi, og vera á varðhaldi, tí vit síggja nasistiska vandan lúra.
Men, at selja eina ferð til Týsklands við brúka eina atsókn ímóti føroyskum skipi og sjómonnum sum agn er so ódámligt og so langt úti í mínum hugaheimi, at tað verður hervið átalað. Eg skilji bara ikki, at Smyril Line leggur navn til eitt so ódámligt ferðatilboð.