Eitt dømi

Eins og Føroyar gjørdu móti Sveis, hevur Ongland roynt at spælt við trimum liðformonnum

 

Hetta hendi, tá teir 6. juni spældi annan dystin í bólkaspælinum í HM 1986, sum fór fram í Meksiko

Í dystinum, sum var móti Marocco, varð liðformaðurin, Bryan Robson, noyddir at fara skaddur av vøllinum, tá 41 minuttir vóru leiktir.

Hann lat tá armbindið til Ray Wilkins, men tá hesin minuttin eftir fekk reyða kortið, mátti hann lata bindið víðari til Peter Shilton, sum sostatt gjørdist triðji liðskiparin innan 3 minuttir, og tað hava sjálvt føroyingar ikki megnað.