Oyggjaleikir: Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu hevur loysnina uppá hvussu vit skulu hýsa øllum fólkunum, sum koma til oyggjaleikirnar í Føroyum í 2019.
Loysnin er eitt gott og stórt cruiseskip, sum liggur á Havnini, meðan leikirnir eru. Fólk koma at búgva væl, og eta væl umborð, og tey koma at hava stuttan tein til kappingarnar. Tað ræður eisini um at fáa fólkini trygt til Føroya, uttan at skula verða bundin av hvussu nógvur, ella hvussu lítil mjørki er vesturi í Vágum. Og tí kundi tað eisini verið eitt hóskandi hugskot, at tað sama cruise-skipið førdi fólkini til Føroya.
Heðin heldur, at shuttlebussarnir, sum eru brúktir á Bermuda í sambandi við leikirnar eru nakað, sum ein kann læra av í sambandi við leikirnar, sum væntandi verða í Føroyum í 2019.
Undir myndini er ein samrøða við Heðin Mortensen, sum hevur verið til leikirnar á Bermuda.










