Eitt broytt Grand Prix?

Nógvir fjepparar, veddingarfyritøkur og tónleikaserfrøðingar gjørdist sera bilsnir, tá ið 21 ára gamla Soluna Samay í gjárkvøldið vann danska Meldoy Grand Prixið.

 

Ikki kann sigast, at lagið hjá Soluna Samay er eitt eyðkent Grand Prix lag, og kortini gjørdist unga songkvinnan vinnarin av kappingini – framum favorittar sum Jesper.

- Eg væntaði tað ikki. Men hetta er júst tað sum ger, at Melody Grand Prix er stuttligt, sigur Grand Prix viðmerkjarin hjá DR, Ole Tøpholm við heimasíðuna hjá DR.

 

Tað kom eisini óvart á dómararnar, sum høvdu Jesper sum favoritt.

- Hon gav bara tað hon skuldi. Hon var erlig, og tey riggaðu ógvuliga væl saman á pallinum, sigur P3 tónleikastjórin, Lars Trillingsgaard, sum sjálvur var í donsku dómaranevndini.

 

Hann sigur, at familja hansara dámdi best hana, tí tey mettu hennara sang vera tann besta. Sjálvur hevði Trillingsgaard viljað sæð Christian Brøns og Patrick Isaksson umboða Danmark.

 

Í Danmark verður nú spurnartekin sett við, um Melody Grand Prixið nú er í ferð við at broyta skap - frá tí eyðkendu Grand Prix sjangruni, til at flyta seg við tíðini, og loyva ungum og ektaðum sangarum framat.