Paul Watson, leiðari fyri Sea Shepherd, hevur seinasta tíman kunnað sínar fylgjarar á Facebook um grindina, ið varð funnin norðanfyri Viðoynna fyrr í dag, og sum fyri løtu síðani legði beinini í Hvannasundi.
Sum væntað, so eru tað ikki blíð lýsingarorð, ið hann brúkar um føroyingar og grindadráp.
- Hvalirnir eru nú á sandinum og drápið er byrjað. Millum 50 og 100 hvalir doyggja. Heitt blóð streymar út í køldu føroysku firðirnar, men ikki líka kalt sum hjørtuni hjá drápsmonnunum. Hetta er eitt brotsverk móti mannaættini, eitt brotsverk móti lívinum og eitt brotsverk móti náttúruni, skrivar Paul Watson millum annað til sínar fylgjarar á Facebook í kvøld.