Eitt brotskast frá sigrinum

Føroyar-Ísland 24-24 (11-12)

Eftir 17-22 tap í gjár, gekst væl betri hjá føroysku hondbóltskvinnunum í dag.

Í høllini í Klaksvík spældi liðið ein sera javnan dyst móti íslendsku U21-kvinnunum. Byrjanin hjá føroyska liðnum var heldur tung, men við eini offensivari verju ótu tær seg aftur í dystin.

Eftir steðgin vóru okkara á odda nakrar ferðir, og móti dystarenda áttu tær eisini at avgjørt.

Men yvirtraðk varð dømt, tá brotskast skuldi sendast í netið, og ístaðin leyp Ísland frá 22-23 upp á 24-23. Simona Hansen fekk tó seinasta orðið í dystinum, tá hon langaði eitt skot í netið. Og við javnleikinum fingu føroysku kvinnurnar nakað av uppreisn.