Eitt brak í væntu

Finalan hjá monnunum stendur millum Mjølnir og SÍ.

Mjølnir hevur góðar traditiónir í steypakappingini, og hetta er ikki minni enn sætta ferðin, at teir eru partur av finaluni.

SÍ hevur eisini verið í finaluni áður, og eingin sum helst ivi er um, at teir kunnu geva klaksvíkingunum ein skarpan gang.

 

Í meistaradeildini hevur kappingin verið serstakliga jøvn í ár. Síðani Fleyr varð styrkt, tá Fram tók sítt lið úr kappingini, er bert ein dystur endaður 3-1. Allir hinir eru farnir í fimm sett!