Eitt bispaval virðiligt fyri eina frælsa fólkakirkju!

Í ólavssøkuprædiku míni í Christianskirken á Christianshavn loyvdi eg mær m.a. at siga . .” valið av nýggjum biskuppi verður minst líka so týðandi fyri framtíðina hjá Føroysku Kirkjuni, sum júst framda yvirtøkan”. Og tey orðini standi eg við

Tá bispaval er í Danmark, so fer orðaskifti fram alment, og valevnini noyðast eisini at dystast í fjølmiðlunum og á veljarafundum, fyri at greiða fólki frá, hvat teirra ætlanir eru fyri framtíðina hjá kirkjuni og kristindóminum, og hvørja guðfrøðiliga støðu valevnini hava í heilatikið ella í samband við ávís mál. Tá eitt av valevnunum so hevur vunnið valið, verður tað góðtikið, og lívið í biskupsdøminum heldur fram. Í einum valdysti vera tað tey, ið vinna og tey, ið ikki vinna.

 

Í nýggjari tíð hava tað higartil verið tríggir biskuppar í Føroysku kirkjuni (í lutherskum høpi er ongin munur á einum varabiskuppi og einum biskuppi), og ongantíð hevur verið talan um val, ella nakað valkjak. Tað er líkasum bara hent – onkur vil siga gjøgnum bakdyrnar!

 

Sum skilst er óførur aktivitetur í løtuni fyri at fáa valevnini uppá pláss, og fólk hava savnað undirskriftir. Nú er tað eitt rættuliga taknemligt arbeiði at savna undirskriftir í Føroyum, tí føroyingar eru so fittir og skriva undir uppá hvat sum helst. Um tú bað fólk um at skriva undir uppá at mánin er størri enn sólin, so høvdu tey flestu helst gjørt tað. Og tað ræður um at verða fyrstur at savna stillarar, tí so kenna undirskrivararnir seg bundnar av undirskriftini, longu áðrenn teir hava fingið nakað at vita um, hvørjar áskoðanir valevnini hava, ella hvørjar hugsjónir teirra eru fyri framtíðina hjá kirkjuni. Hendan gongdin er øvugt!

 

Fólkakirkjan er, mótvegis øðrum kristnum trúðarbólkum, ein opin stovnur. Opin orðaskifti eru kanska eitt sindur fremmand í Føroyum - ikki minst tá tað snýr seg um átrúnaðarlig viðurskifti. Allar ósemjur skulu fjalast ”fyri friðin skyld”. Fasadan skal vera í lagi.

 

Men, við at renna undan opnum orðskiftum, so kann tað lættliga henda, at tað vera tey ósmædnu, tey freku og tey, sum hugsa minst, ið taka avgerðirnar og fáa valdið. Opinleiki og siðiligheit eru grundvøllurin undir einum framkomnum nútíðarsamfelag. Eg eri tíverri bangin fyri, at á hesum økinum eru Føroyar eitt sindur av einum u-landi.

 

Nú hava føroyingar so fingið sína egnu fólkakirkju, við eini skipan, sum í høvuðsheitunum líkist teirri donsku. So er bara at vóna, at føroyska kirkjan eisini tekur við læru av tí besta við donsku kirkjuni. Millum annað opinleikanum - eisini í samband við bispaval!

 

Tí eiga prestar og kirkjuráðslimir, ja, allir føroyskir fólkakirkjulimir at krevja at talan verður um ein opnan valdyst, at øll valevnini skulu leggja fram hugsjónir sínar í fjølmiðlunum, og at opnir valfundir verða hildnir, har kirkjufólkið fær loyvi til at seta valevnunum spurningar.

 

Tástaðni hava føroyingar veruliga fingið sína egnu fólkakirkju! Hettar ljóðar kannska eitt sindur fremmant – men huldufólk eiga ikki at hava nakran leiklut í eini fólkakirkju.

 

Tað er helst eitt aðalmerki fyri kristindómin, at Jesus doyði alment, ikki bara fyri øllum, men eisini fyri allara mann ásjón, og tí tolir alt kirkjuligt og guðfrøðiligt orðskakifti dagsins ljós.

 

Í fornkirkjuni er var talan um Messianska loyndardómin, at tiga um hvør, ið Jesus veruliga var, tí at lívsvandi stóðst av at prædika kristindómin. Hetta er kortini ongin fyrimynd fyri dagin í dag, har tað – í hvussu so er í Føroyum – nærmast stendst lívsvandi av ikki at taka undir við kristna boðskapinum.