Eitt bein í býnum og eitt á bygd

- Tað er ikki støddin á tínum heimbýi, sum avger, hvat tú megnar í lívinum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sum hevur fingið flottan heiður

Lívið sum stjóri í Visit Faroe Islands er fyri Guðrið Højgaard ein góður mótsetningur til bygdarlívið í Rituvík, har hon er uppvaksin. Bygdarlívið við stákan í landbúnaðinum hevur givið henni eina góða barlast og perspektiv uppá lívið.

 

- Eg eri veruliga stolt av at hava eitt bein í býnum og eitt bein úti á bygd. Eg haldi, tað ger, at vit skilja hvønn annan betur, sum vit annars ikki eru serliga góð til í Føroyum. Tosið snýr seg ofta um “vit á bygd og tit í Kontórshavn”, sum eg haldi er spell, tí vit grava óneyðugar gravir millum hvønn annan, sigur hon.

 

Guðrið Højgaard heldur, at vit eiga øll at vera stolt av, hvaðani vit koma, óansæð hvar í landinum, tað er.

 

- Tað er ikki støddin á tínum heimbýi, sum avger, hvat tú megnar í lívinum – tað er breiddin á tínum mentala horisonti, sigur hon.

 

Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa longri samrøðu við Guðrið Højgaard, sum júst hevur fingið stóran altjóða heiður. Á ársins Politico 28 lista er hon í tignarligum selskapi við 27 øðrum persónum, sum verða mettir at mynda Evropa í 2019. Her hevur hon fingið heitið “The Island Evangelist” - ella á føroyskum: Oyggja-evangelisturin.