Hvussu nógvum ferðafólki kundu Føroyar tikið ímóti við teimum gistingar- og flutningsmøguleikum sum nú eru? Og hvussu nógv skal til fyri av álvara at gera ferðavinnuna til eitt sterkt fjórða bein at standa á hjá føroyska samfelagnum, afturat fiskivinnuni, alivinnuni og lønarinntøkum uttanlands?
Hetta eru tveir av spurningunum, sum verða viðgjørdir í beinleiðis kjaki á Rás2 klokkan 16 í dag. Loftbornu ferðafólkini við Atlantsflog fjølgast 5-10% mánað fyri mánað og árliga, eisini higartil í ár sammett við í fjør, og regulariteturin á nýggju Vága Lofthavn er næstan 100 prosent. |
Og allir partar vænta framhaldandi vøkstur.
men Óli Breckmann heldur, at tað er eitt sindur ringt at finna fram til veruliga búskapin í hesi vaksandi føroysku vinnu.
Sagt verður, at hagtølini kundu verið neyvari, men fyrr hevur verið mett, at umsetningin í ferðavinnuni er einar 750 milliónir krónur.
- Hendan upphædd ljóðar til at vera líka stór sum alt tað, teir hundraðtals føroyingarnir í arbeiði uttanlands, tjena til búskapin.
- Er tað rætt, ella tosa vit bert um ’utflutningsvirðið’ frá útlendskum vitjandi í Føroyum ella eisini um inntøka av føroyingum, sum ferðast til og úr Føroyum?
Men hvussu gongst hjá størri og smærri gistingarhúsum at víðka móttøkuorkuna og hvørja ávirkan hevur tað havt á ferðafólkatalið hjá Norrønu, at hon siglir tvær ferðir um vikuna til Danmarkar og Ísland og ikki longur til Noregs og Hetlands?
- Hvussu hevur søluátakið hjá Atlantsflog við 20 bíligum setrum i hvørjum flogfari, eydnast og flúgva nýggju ’luftbussarnir’ við optimalum ferðafólkatalii, ella høvdu enn fleiri fólk flogið, um fleiri setur vórðu seld bíliga?
Og hvussu gongst hjá Ferðaráðnum við øktari peningajáttan at vinna fleiri útlendsk ferðafólk fyri Føroyum sum ferðamáli, spyr Óli Breckmann.










