Eitt barn sat leyst í bilinum

Løgreglan hevur kannað ferðsluna við skúlar

Bæði í gjáramorgunin, og í morgun, hevur løgreglan verið við skúlar fyri at kanna ferðsluna til skúlan fyri at vita um alt var eftir forskiftunum.

 Hesa ferð var talan um skúlar í høvuðstaðnum, og løgreglan sigur, at sum heilt var gott skil á-

Men ein bilførari fekk kortini klipp í koyrikortið fyri at hava eitt barn undir 15 ár í bilinum, uttan at hava spent tað fast, sum tað eigur.

Seinasti dagarnar hevur løgreglan eisini kannað ferðsluna í Eysturoy og har fingu tveir bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt, og ein fekk klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ímillum 21 og 30 kilometrar skjótari enn hann hevði loyvi til.

Og í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin, tí illgruni var um at hann var ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd varð tikin av bilføraranum og nú verður bíðað eftir úrslitinum.