Bára Dybczak vann kappingina, sum varð útskrivað í sambandi við sjónleikin Verkætlan Laramie Í december í fjør varð tann amerikanski doku-leikurin Verkætlan Laramie, eftir Moisés Kaufman og Tectonic Theater Company, framførdur í Müllars Pakkhúsi í Havn.
Í sambandi við framførsluna varð skrivað út ein kapping, har fólk vórðu biðin um at viðgera evnið í leikinum annaðhvørt í stuttsøgusniði ella sum leikrit. Í dómsnevndini sótu Marita Dalsgaard, sjónleikari, Katrin Petersen, journalistur og Hanus Kamban, rithøvundur.
Evnið í leikinum, sum bygdi á veruligar hendingar í býnum Laramie, var tað fyribrigdið, vit í dag rópa hatursbrotsgerð.
Inn til kappingina komu 37 sera ymisk handrit, mong av teimum áhugaverd. Vinnari gjørdist Bára Dybczak sum hevur skriva stuttsøguna ?Eitt bankandi hjarta?.
Dómsnevndin metir, at í hesi søgu verður evnið hatursbrotsgerð viðgjørt elegant og fáorðað. Høvundurin, sum lýsir brotsgerðina úr sjónarhorninum hjá Aaron McKinney, setir hendingarnar í samband við hansara uppvøkstur, og peikar varliga og samstundis sannførandi á fyribrigdi sum hjúnaskilnað og incest. Einsemið og tann ringa samvitskan eru lýst á empatiskan hátt, og tilveran í fongsulsklivanum, har gerandisting sum matur ella ein einstøk fluga rúgva nógv upp, kemur væl fram í tekstinum. Boðskapurin tykist vera, at ein stokkut hending, at vísa seg tilvildarlig, kann kollvelta eitt lív. At høvundurin ikki fellur fyri nøkrum løttum útgangi, styrkir tekstin.










