- Hetta verður eitt stórt afturstig fyri tey, sum arbeiða í fiskivinnuni. Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann sipar til, at nú er ætlanin at avtaka fiskavirkisskipanina hjá ALS. Fiskavirkisskipanin tryggjar teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni, løn upp í 32 tímar um vikuna, hóast arbeiði ikki er á virkjunum hvønn dag.
Hans Joensen nevnir landararnar í hesum sambandi. - Tað eru dagar, har eingi skip eru at landa og hesar dagarar fáa landararnir gjald úr fiskavirkisskipanini. - Skulu teir nú missa tað gjaldið, er tað eitt stórt afturstig fyri teir, sigur hann. Hann er greiður yvir, at landarar kunnu melda seg upp í ALS, tá ið eingi skip eru at landa. Men umframt, at hann heldur, at hetta er førir til økt pappírsarbeiði, førir tað eisini við sær, at so er landarin tøkur á arbeiðsmarknaðinum. - Sostatt kann hann verða vístur til øll møgulig arbeiði og avleiðingin av tí kann vera, at landarar eru ikki til taks, tá ið skip skulu landast. - Samstundis skulu øll, sum melda seg í ALS, í karantenu og tá kann tað gera tað sama hjá landarum. Hans Joensen ivast í um tað ber til at seta landarar í fult starv og tí kann tað fáa avleiðingar fyri skip og virki, verður fiskavirkisskipanin avtikin og eingir landarar sostatt eru tøkir, tá ið brúk er fyri teimum. - Og tað er nú einaferð so, at onkur skal landa skipini, staðfestir Hans Joensen. Hann heldur, at fiskavirkisskipanin er ein góð skipan, tí hon tryggjar teimum eitt tilverugrundarlag, hóast brúk ikki er fyri teimum hvønn dag. - Tí er tað blóðskeivt at avtaka fiskavirkisskipanina. Hann heldur enntá, at skipanin skuldu verið ment, so at hon eisini fevndi um arbeiðsfólk, sum ikki sleppa til arbeiðis fyri veður. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag vísir á, at á Job Match herfyri, varð stórur dentur lagdur á, at øll sum vilja tað, skulu hava rætt til fulltíðarstarv. - Men nógv av hesum somu fólkunum føra nú fram, at landarar skulu koyrast úr fiskavirkisskipani, so at teir ikki kunnu fáa fulla inntøku, men missa sítt tilverugrundarlag, leggur hann afturat. - Eg veit ikki, hvat meiningin skal vera við eini ALS skipan, tá ið fólk, sum ikki kunnu fáa fast starv, ikki skulu kunnu fáa úr skipanini fyri kunna tryggja sær eitt tilverugrundarlag, sigur Hans Joensen. Hann skilir heldur ikki, at arbeiðsgevarar taka undir við hesum, tí avleiðingin kann verða, at einki fólk er til taks, tá ið brúk er fyri tí.
|










