Eitt avlop sum ikki loypur av

Vit hava nú í nøkur ár hoyrt um stórt yvirskot hjá landskassanum. Ikki minst í sambandi við fullveldisætlanina hevur verið ført fram, at ?blokkstuðulin loypur av?, og at vit tí ikki hava brúk fyri honum longur.

 

Helgi Abrahamsen

10. januar 2001




Vit hava nú í nøkur ár hoyrt um stórt yvirskot hjá landskassanum. Ikki minst í sambandi við fullveldisætlanina hevur verið ført fram, at ?blokkstuðulin loypur av?, og at vit tí ikki hava brúk fyri honum longur.

Í seinastu ólavsøkurøðu, segði løgmaður at avlopið fyri 1999 var 648 mió. krónur, og at saman við av-lopinum hjá kommununum varð tað helst oman fyri 850 mió. krónur.

Fyri ?vanliga? fólkið er henda útsøgnin sera einføld: Tá 648 mió. krónur leypa av, so merkir tað fyri ein vanligan føroying, at tá árið er liðugt, og alt er goldið, eru 648 mió. krónur meira í kassanum, enn tá árið byrjaði. Tá so avlopið einaferð verður líka stórt sum blokkstuðulin, kunnu vit loysa frá Danmark, uttan at tað fær búskaparligar avleiðingar.

Hetta er tó sera langt frá veruleikanum.


Ár 2000

Avlop landskassans fyri ár 2000 skal eitast fyri at vera uml. 500 mió. krónur. Men um vit hyggja eftir tí, sum stóð í Landsbankanum (t.v.s. uppsparingini hjá landskassanum) í ár 2000, so síggja vit, at vøksturin av innistandandi kemur ikki í námd av 500 mió. krónum. Til dømis stóðu í november 2000, 8 mió. krónur minni í Landsbankanum, enn í november 1999.

Tølini svinga alla tíðina, og tí ber ikki til at gera nakra niðurstøðu út frá hesum. Tó stendur fast, at uppsparingin hjá landskassanum fíggjar einki fullveldi.

Skiftisgrunnur við ongum pengum

Eftir at landsstýrið hevði fingið at vita frá donsku stjórnini, at ein møgulig skiftistíð, ikki fór at vara í meira enn 4 ár, segði landsstýrið, at tað nú fór at skipa sína egnu skiftistíð. Í ólavsøkurøðuni segði løgmaður, at talan var um ein skiftisgrunn ?ið fer at geva landsstýri og løgtingi møguleika at leggja eina egna, trygga skiftistíð til rættis yvir eitt ávíst áramál?. Hetta ljóðar bæði gott og lovandi.

Trupulleikin er bara tann, at tøki peningurin at leggja í grunnin røkkur ikki langt.

Í lógini um landsbankan stendur, at peningur, sum svarar til15% av bruttotjóðarúrtøkuni skal altíð standa í bankanum. Tað vil siga, at umleið 1 milliard er bundin, og kann tí ikki nýtast til at fíggja skiftistíðina.

Restin (um alt verður nýtt) er nógv minni enn tað sum svarar til blokkstuðulin í eitt ár!

Tað vil siga, at landsstýrið kann ikki so mikið sum leingja skiftistíðina frá 4 upp til 5 ár. Hvussu skal landsstýrið tá tryggja ?eina trygga skiftistíð yvir eitt ávíst áramál??

Hetta er støðan, aftaná at vinnan hevur havt nøkur gullár. Hvussu verður so, tá tað fer at ganga hinvegin aftur?


Fíggjarlógin fyri komandi ár

Tað er alment kent, at tá eitt valskeið er um at nærkast endanum, hava politikarar lindi til at verða ?gávumildir.? Henda gongd er longu við at henda í Føroyum, nú eitt gott ár er eftir av valskeiðnum.

Upprunaliga fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 vísti eitt avlop á 482 mió. krónur, men avlopið tódnaði ógvuliga nógv undir viðgerðini í løgtinginum, og longu 3. januar (tá árið var 2_ døgn gamalt) visti útvarpið at siga, at ársins fyrsta eykafíggjarlóg var á veg. Síðani hava tvær aðrar verið nevndar, og kosta hesar tilsamans uml. 30 mió. kr. (vit eru komin eina góða viku inní januar).

Tað er millum annað av hesi orsøk, at tað er so umráðandi fyri landsstýrið at hava fólkaatkvøðu um fullveldið beinanvegin. Við henni skulu komandi politikarar bindast til at gera tað sum eitt villleitt fólk velur. ? Eitt fólk sum framvegis trýr, at yvirskot landskassans er nóg stórt, til at tryggja vælferðina í Føroyum, sjálvt um Føroyar gerast fullveldi.