Eitt av trimum børnum viga ov nógv

Yvirvekt ella fiti rakar eitt av trimum børnum í aldrinum seks til níggju ár í Evropa.

Heldur henda gongdin fram, fer talið á børnum í­ Evropa, sum eru yngri enn 5 ár og viga ov nógv, at vaksa úr 41 milliónum í dag til 70 milliónir í 2025. Tað eru granskarar í­ Evropa, sum koma við hesi ávaringini; ávaringin byggir á nýggja frágreiðing, sum tekur støði í dátu frá 46 londum í Evropa.

 

 

Hetta skrivar Skúlablaðið á netinum.

 

 

Fiti millum børn er serliga ein stórur trupulleiki í­ londunum við Miðjarðarhavið, Spania og Italia. ͍ hesum báðum londunum viga 35 prosent av dreingjunum, sum eru 11 ár, so nógv, at vit kunnu tosa um fita. Sama er galdandi fyri 22 prosent av gentunum, skrivar Skúlablaðið millum annað.

 

 

Meiri enn áttandi hvør persónur í­ heiminum vigar nú so nógv, at vit tosa um ógvisliga yvirvekt. Tví­falt so nógv sum í­ 1975. Hetta vÃísir ein kanning frá fyrr í ár. Hon byggir á tøl frá 1698 kanningum og fatar um 19,2 milliónir vaksin úr 186 londum, skrivar Skúlablaðið, og meira sæst um evnið í greinini á netinum á heimasíðuni hjá Skúlablaðum.