"Fólkið segði nei til kommununýskipan, bert 11,8% søgdu ja."
Soleiðis argumenterar Kristina Háfoss í lesarabrævi um fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging, tí um mann bara tekur ja-atkvøðurnar og heldur tær upp ímóti samlaðu veljarafjøldini, so gevur tað smá 12%
Um vit so brúka sama roknihátt um fólkaatkvøðuna um loysing í 1946, so skuldi yvirskriftin 15. september tað árið verið:
"Fólkið valdi ikki loysing. Undir 30% søgdu ja"
Tá vóru tað nevniliga eini 60% og valdu, og harav segði umleið helvtin loysing. Altso eini 30 prosent av Føroyingum vildu loysa frá Danmark.
Ja, føroyingar hava tí, sambært Kristinu Háfoss úr Tjóðveldi, ongantíð valt loysing.









