Eitt dronuálop móti einari flogstøð sunnanfyri St. Pætursborg um vikuskiftið oyðilegði eitt russiskt, Tu-22-bumbuflogfar.
Tíðindastovan BBC veit at siga, at bumbuflogfarið stendur í ljósum loga eftir dronuálop. Russland sigur, at Ukraina framdi álopið.
Ukraina hevur ikki váttað álopið, og tað er sjáldan, at landið váttar álop framd á russiskum landaøki.
Langtberandi Tu-22-flogfarið er eitt av flaggskipunum hjá Vladimir Putin, forseta, og eitt slíkt flogfar kann flúgva tvær ferðir skjótari, enn ljóðið ferðast.
Russland hevur brúkt hesi flogfør í álopum á Ukraina.
Myndir á sosialum miðlum vísa eitt stórt eldhav kring Tu-22-flogfarið og BBC, sum hevur eyðmerkt myndir og stað, sigur, at myndirnar eru veruligar.
BBC leggur aftrat, at tað ávirkar ikki evnini hjá Russlandi at bumba Ukraina, at eitt slíkt flogfar fer í knús, men hetta vísir, at Ukraina hevur evnini at fremja álop langt inni á russiskum øki.
- Soltsij-2-støðin, sum varð álopin í hesum umfari, liggur 650 kilometrar úr ukrainska markinum, skrivar BBC.