Argentinski verjuspælarin hjá Barcelona, Javier Mascherano, er í dag dømdur eitt árs fongsulsrevsing fyri skattasvik. Tó er væntandi, at Javier Mascherano sleppur frá at sita.
Javier Mascherano er dømdur fyri ikki at hava uppgivið allar inntøkurnar, sum hann hevði. Av teimum vóru áleið tíggju milliónir krónur skattaskyldigar. Teir pengarnar hevur Javier Mascherano goldið aftur, umframt rentu.
Í Spania er møguligt at betala seg úr fongsulsrevsing, sum er undir tvey ár. Um dómarin tekur undir við treytunum, so er væntandi at Javier Mascherano sleppur við eini bót – heldur enn at hann skal inn at sita.
Barcelona hevur alment stuðlað Javier Mascherano, sum eisini væntandi heldur fram sum vanligur spælari í spanska meistaraliðnum.