Eitt arbeiðspláss er sum eitt fótbóltslið

(Gullradio á Rás2) Rás2 møtti trimum B36-spælarum úti í Bilrøkt í Havn

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr reportasjuna Gullradio á Rás2 gjørdi úti í Bilrøkt í Havn, har tríggir spælarar á FM-liðnum hjá B36 hava sín gerandisdag.

 

Fyrst fingu vit eitt prát við ein av eigarunum, Jákup á Borg, sum eisini er leikandi hjálparvenjari hjá B36. Eftir hetta vísti Jákup okkum runt, har vit eisini heilsaðu uppá Høgna Eysturoy og Andrias H. Eriksen, sum báðir góvu sær tíð til eitt lítið prát. 

 

Jákup leggur dent á, at ein fyritøka á mangan hátt er, sum eitt fótbóltslið. Samanhald og samanspæl ber langt, og tað sosiala hevur stóran týdning.