Eitt andlit er ein labyrint

Hóast illa darvaður av sjúku, málar 78 ára gamli lisamaðurin Eyvindur Mohr framvegis. Hann hevur júst lagt úr hondum mynd av fyrrverandi løgmanni Atla P. Dam, sum skal á veggin í løgmansskrivstovuni

Eyvindur Mohr, listamaður, hevur málað løgmenn áður og hevur júst lagt úr hondum málning av Atla P. Dam. Málningurin skal hanga í løgmansskristovuni, har málningar av øðrum løgmonnum eisini hanga.
                      Hóast Eyvindur eftir álvarsliga sjúkralegu fyri tað mesta situr í rullustóli, so darvar hetta honum ikki.
                      Heldur var tað hinvegin so, at arbeiðið við málninginum var ein orsøk til, at hann kom fyri seg aftur, tí temrament og vilja hevur Eyvindur altíð havt. At arbeiðið við málninginum bíðaði gjørdi sítt til, at hann kom seg aftur, og læknans orð vóru eisini, at hesir eginleikar Eyvinds vóru við til at lekja.
                     
Kennir persónin
- Andlitið er ein labyrint, sigur Eyvindur.
Eyvindur leggur serligan dent á eyguni og andlitsskuggar - næsaskuggin er t.d. sera avgerandi - tá hann málar andlitsmyndir. Best er um hann kennir persónin, so hann veit hvat leggjast skal í eyguni.
                      - Eg kenni Atla sera væl, so tað fall lætt at mála. Hann er málaður, tá hann er mest seriøsur, men tó sæst tað menniskjasliga, tí Atli var ikki hin fatti statsmaðurin. Tað sæst eisini á hondini, har er nakað menniskjasligt, ið sigur frá, at maðurin er ikki vandamikil, sigur Eyvindur Mohr.
                      At hann nú fyri tað mesta málar sitandi í rullustóli, metir Eyvindur ikki sum nakran stóran trupulleika.
Ein andlitsmynd er ikki nakað ein berjist við, men kanska nakað eina meira situr og pilkar við. Eg klári at standa, so um talan er um størri motiv, so ber tað eisini til, sigur Eyvindur.
                      Litríki listamaðurin er kendur sum ein, ið ikki leggur fingrarnar ímillum. Við einum skeivum smíli leggur hann afturat frágreiðingini um málningin av Atla P. Dam, at tað altíð er so við listini, at nú byrjar tað mest umráðandi, nevniliga at finna útav hvat hetta nú er fyri nakað, hvussu tað eitur.
- Tað er ofta tað mest umráðandi, hugleiðir Eyvindur, og nevnir listamannin, sum eftir okkurt minni gott avrik kallar hetta ?roynd 1? og ?roynd 2? og so framvegis ella kanska ?kompositión?.
                      Eyvindur hevur, hóast aldur og sjúku, ikki lagt penslarnar inn, men strýkur framvegis frameftir eftir nýggjum avbjóðingum ið, sum skilst, eru við til at halda lív í honum, bæði gerandisliga og listarliga, tí nógvar avbjóðingar av ymsum slag bíða Eyvindi.