Tað er mikudagur og uttanfyri skínur sólin bæði oman og niðan. Í dag hevði annars verið veður at etið uttandura.
Í teirri stóru og ljósu matstovuni við tí rámandi navninum »Urðin« er einki fólk hesa løtuna.
Teir seinastu gestirnir eru júst farnir frá borðinum eftir eina góða máltíð, sum Ragna hevur sett á borðið fyri tey.
Eins og vanligt eru ymiskir rættir í at velja hjá gestunum. Áður var lundi haraftrat á matarskránni, men tað er hann ikki longur.
- Tey flestu sum koma higar á hotellið eru norðurlendingar. Teimum dámar so væl at síggja ta vøkru náttúruna og fjøllini her á Viðareiði, greiðir Ragna frá.
Hittir nógv fólk
Ragna byrjaði í fjør at arbeiða sum servitrisa á hotellinum. Og hetta hevur hon gjørt so hugagóð tað seinasta árið.
- Ja, mær dámar hetta arbeiðið sera væl. Ein hittir nógv fólk – og tja, her er altíð ivaleyst at gera, sigur hon við einum brosi.
Vanliga møtir hon til arbeiðis kl. 11 og byrjar beinanvegin at rigga til døgurðan, sum skal verða klárur kl. 12.
Eftir ein strævnan dag kann hon leggja hotell-búnan frá sær og fara til hús, tá klokkan er vorðin 5.
- Onkutíð møti eg kl. 5, og arbeiði so til hotellið letur aftur um kvøldið, sigur hon.
Sum tað eigur
Arbeiðsdagur og arbeiðsrútma hennara er rættiliga eins dag frá degi, men tó eru frávik sjálvandi.
Tá hon møtir fyrrapartin byrjar hon beinanvegin at gera klárt til døgverðan inni í matstovuni.
- Eg taki dustsúgvarin fram og seti síðani á borðini, um tað manglar í. Og so hyggi eg bara eftir, at alt er sum tað eigur, sigur Ragna.
Døgurði verður vanliga borðreiddur millum kl. 12 og 14, men sunnudag er heldur longur opið.
Fjølbroytt arbeiði
Henda mikudagin vit vitjaðu á hotellinum, var Ragna sum vanligt farin til arbeiðis kl. 11 um morgunin.
Umframt tað fasta á skránni, hevði hon hjálpt kokkinum við ymiskum, millum annað við at skera leykin.
Um middagsleitið komu fyrstu gestirnir til døgurða, og fyri teimum serveraði Ragna so tað, tey ynsktu sær til matna.
Um tvey-tíðina kundi hon staðfesta, at fleiri fólk høvdu verið til døgurða, og at alt hevði gingið sum tað skuldi.
- Nú, tá tit eru lidnir at eta, taki eg av borðinum, og fari so at gera klárt til tey sum ynskja at fáa sær ein kaffimunn seinnapartin, greiðir hon frá.
Sum lundi á Viðareiði
Á einum hotelli sum hesum á Viðareiði er altíð ójavnt, hvussu nógv fólk vitja inn á gólvið ein slíkan mikudag.
Tað er háárstíð fyri ferðafólk, og hetta uppliva tey sjálvandi eisini við teimum gestunum og vitjandi sum dag og dagliga støkka inn á gólvið.
Talan kann bæði verða um einstaklingar, pør og heilar familjur sum ynskja at steðga nakrar dagar í hesi náttúruvøkru bygdini norðast í Føroyum.
Nógv av hesum ferðafólkunum – eisini føroyingar – hava frætt, at møguleiki er at fáa lunda til døgurða her.
Hetta er kortini ein sannleiki við ávísum modifikasjónum, tí lítið av lunda hevur verið at fingið tey seinastu árini:
- Her mugu vit tíverri siga teimum, at tað er ikki altíð at tað ber til at hava lunda á matarskránni.
- Summi eru heppin, og tey lata sera væl at smakkinum, sigur Ragna.
Eitt stað fyri alla familjuna
Hotel Norð er væl útgjørt og hevur teir hentleikar, sum ferðafólkini ynskja í dag.
Í dag verður lagdur dentur á, at gera hotellið til eitt stað, har øll familjan kann fara og njóta nakrar dagar saman.
Eitt av rúmunum er innrættað sum eitt serligt barnarúm, har hesi kunnu stuttleika sær millum annað við hoppiborg og leikum.
Matin roynda tey eisini at laga til viðskiftafólkini, og tí er eisini møguleiki at fáa rættir, sum børnunum dáma væl.
Umframt alt hetta er bygdin og umhvørvið at meta sum eitt stórt spælipláss fyri børnini.
Á Hotel Norð eru annars 15 dupultkømur við møguleika fyri eyka uppreiðing og ein matstova, sum kann rúma eini 250 fólkum.