Eitt aftursvar kortini ? ella?

   

At Føroyar eru 17-18 oyggjar, tí er stríðið so nógv, grundgevur ikki fyri "einum valdømi". Landssjúkrahúsið er ein eind, hevur kortini verið stríðsvøllur seinastu 25 árini og er tað framvegis. ? Her hongur ikki saman
Í Dimmalætting 18. juni hevur Pól á Kletti eina viðmerking til mín, viðvíkjandi aftursvari eg hevði til grein hansara undir teiginum "Hinvegin" í Dimmalætting.
Lat meg gera vart við, at eg sjálvandi onga ætlan hevði og ongan rætt havi at krevja hann "at standa skúlarætt fyri mær" og tað var avgjørt "eingin avhoyring".
Eg setti bert nakrar viðkomandi spurningar, fyri at kenna grundarlagið hann byggir á, tá hann sigur, at vit eiga bert at hava eitt valdømi í Føroyum.
At endurgeva brot úr yrking hjá Janusi Djurhuus sála, um at "Føroyar vóru ikki eitt land, men seytjan oyggjar, hvør móti aðrari", hevur sum so ongan týdning.
Landssjúkrahúsið er ein eind, og hevur verið opin stríðsvøllur seinastu 25 árini og virkar framvegis ikki sum ein eind. Tosað hevur verið um yvirorðnað-an politikk bæði við eini- og nú fýrastreingjaðari leiðslu. Hvussu hava Føroyar ikki bløtt í eyka-kostnaði fyri henda stovn, uttan talan hevur verið um "lokalt ørvitisprojekt".
Hetta bert fyri at geva eitt aktuelt dømi..
Skilagóður klaksvíkingur ? minni skilagóður havnarmaður
At Føroyar bert hava 48.000 sálir, grundgevur á ongan hátt fyri rættleikanum við at hava bert eitt vældømi, og at hann heldur "hevði valt ein skilagóðan klaksvíking enn ein minni skilagóðan havnarmann", er heldur eingin grund fyri hesi skipan.
Síðani verður málið latið til tal- valkøn og búskaparkøn fólk fyri eini skilagóðari grundgeving, at Føroyar gerast eitt valdømi.
Ein orsøk til at eg setti hesar seks grundleggjandi spurningar í grein míni var, at ofta vísir seg , at tá verkætlanir skulu fremjast uttan fyri høvuðssstaðin, kemur talan altíð um "kostnyttukanningar", sum hann eisini eftirlýsir, og sum eg sum so eri samdur við honum í, meðan dømini nevniliga sjáldan eru um, at somu kritisku kanningar verða gjørdar, tá stovnar verða framdir í høvuðsstaðnum. ? Her er ofta talan um sjálvfylgjur.

Politiskur, vinnuligur og mentanarligur dynamikkur
Sum fleiri ferðir fyrr, fari eg at lýsa eftir dynamikki vinnuliga, mentanarliga, politiskum, ítróttarliga og annars samfelagsliga hjá fólki okkara, eftir at vit hava fingið eitt valdømi og annars skilagóðar loysnir á øllum økjum.
Sjálvandi skulu okkara Føroyar hava ein yvirorðnaðan politikk, og hava tað eisini í flestu førum, men skal okkara politiska skipan broytast til at gerast eitt valdømi, skulu veruligar sterkar orsøkir leggjast á borðið fyri hesum, og ikki bert, sum vanligt, nøkur spontan álop, sum eisini av og á koma frá politikarum úr høvuðsstaðnum, sum vilja gera seg "interessantar".
Hvørki fyrra greinin hjá hesum nógv umhildna og vitandi blaðmanni ella seinna greinin í Dimmalætting 18. juni, geva nakra sum helst ábending um, at skilagott er at broyta okkara politisku skipan og at hon broytt, gevur okkum nakrar sum helst fyrimunir. Her er í mongum førum talan um reint droymarí.
Tí hugsi eg um "hetta var eitt svar kortini ? ella?"