Signar á Brúnni, skúlastjóri í skúlanum á Ziskatrøð, harmast um, at býráðið í gjár gekk ímóti sínum egna uppskoti um at leggja skúlarnar undir somu leiðslu Tað einasta rætta hevði verið at bygt ein stóran nýggjan skúla í Klaksvík. Hetta heldur Signar á Brúnni, skúlastjóri í Klaksvík.
Fyri fýra árum síðan heitti Klaksvíkar kommuna á Mentamálaráðið um at leggja skúlarnar undir somu leiðslu. Sama ár setti Mentamálaráðið Signar á Brúnni í starv sum skúlastjóri fyri fimm ár. Ein av uppgávum hansara var at gera skúlarnar til eina eind.
Signar á Brúnni harmast um, at býráðið í gjár feldi uppskotið um at samskipa skúlarnar. Hann heldur tað vera eitt afturstig fyri Klaksvík.
Eftir hansara tykki var tað skeivt, tá ið býráðið fór undir at útbyggja hin skúlan, tí tað setti skúlarnar upp móti hvør øðrum, og tað komu tvey kongaríki. Skúlarnir hava í ártíggju verið byggipláss.
- Tað einasta rætta hevði verið at bygt ein stóran nýmótans skúla onkra aðrastaðni í býnum, sigur Signar á Brúnni.










