Eitt afturstig fyri føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn

Nú missa teir kanska teir føroysku bussførararnar

Nú skal koyringin við føroyskum sjúklingum, sum eru á Hotell Tórshavn, bjóðast út ímillum danskar veitarar- og eftir donskum treytum.

Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, fyri Løgtinginum í gjár.

Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi hevur frætt um ætlanina og í Løgtinginum í gjár bað hann um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum um málið.

Hann vísir á, at í nógv ár hava føroysk sjálvboðin, og føroyskir veitarar, lagt eitt stórt arbeiði í at flyta sjúklingar ímillum flogvøllin og Hotel Tórshavn, og ímillum hotellið og tey ymsu sjúkrahúsini.

Høgni Hoydal heldur, at endamálið við einum føroyskum sjúklingahotelli er at geva føroyskum sjúklingum eitt heimligt umhvørvi og eina føroyska tænastuna.

Og hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at eisini flutningurin er ein føroysk tænasta, sum verður eftir treytum, sum vit sjálvi seta. Og tískil heldur hann, at tað verður eitt afturstig fyri sjúklingar og avvaraðandi, at busskoyringin nú skal bjóðast út til danskar veitarar at røkja.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at sjúklingahotellið er ein almennur stovnur og sostatt er tað eisini bundið av reglunum um, at vørur og tænastur, sum verða keyptar, skulu bjóðast út alment. Tað skal gerast fyri at fáa vissu fyri at skattgjaldarans pengar verða brúktir so skynsamt sum gjørligt.

Hann vísti á, at upprunaliga avtalan við veitaran, sum nú hevur koyringina, er við at ganga út, og av tí at veitarin vil hava eina munandi príshækking fyri at halda fram, er reglan tann, at koyringin skal bjóðast út til fleiri veitarar.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í løtuni verður útbjóðingin fyrireikað, og umframt at prísur og tænasta telur nógv, telur tað eisini nógv, at veitarin er lagaligur og at bussførarin dugur føroyskt.

Ætlanin er at biðja um tilboð frá umleið fimm veitarum, eisini frá feløgum, sum føroyingar hava, og sum hava víst áhugað fyri koyringini.

Sjálvur heldur Kaj Leo Holm Johannesen, at tað hevur týdning, at tænastan við busskoyringini ber brá av at vera ein føroysk tænasta.

Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, spurdi um ein loysn ikki kann vera at gera busskoyringina til ein natúrligan part av hotellvirkseminum, so at bussførarnir eru starvsfólk á hotellinum.

Tað er Høgni Hoydal samdur í tí hann heldur, at tað hevur týdning at hava eina føroyska flutningstænastu, sum eisini kann fara útferðir við sjúklingum.

Hann heldur, at flutningurin eigur at verða ein fastur partur av vanliga hotellvirkseminum fyri at sleppa undan kravinum um at hann skal bjóðast út til lægsbjóðandi.

– Skal endamálið vera, at alt skal vera so bíligt sum gjørligt, skuldi virksemið á Hotellinum sjálvum eisini verið boðið út. Men tað er jú ikki tað, sum er endamálið við einum føroyskum sjúklingahotelli, tí endamálið er at gera sjúklingunum eitt føroyskt umhvørvi.

­­Tí heldur hann ikki at tað er rætt at bjóða koyringina út ímillum danskar veitarar eftir donskum treytum, og hann heitti á landsstýrismannin um at umhugsa støðuna enn einaferð.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur hinvegin, at tað ber illa til at geva einum veitara einkarrætt upp á koyringina í allar ævir.

Men hann heldur eisini, at tað er væl hugsandi, at loysnin er at gera busskoyringina til ein part av vanliga hotelvirkseminum.