- Eg dugi ikki at síggja fyrimunirnar at skerja tímatalið í føroyskum. Eftir mínum tykki er tað eitt afturstig at skerja, sigur Asta Wolles, lærari í føroyskum, við Skúlablaðið.
Í uppskotinum hjá landsstýrinum at skerja tímar verður lagt upp til, at tveir tímar verða tiknir frá hvørjum árgangi frá 1.-9. flokk.
- Siga vit, at 1. og 2. flokkur hava 10 tímar um vikuna í føroyskum, so er tað ein dupulttími um dagin, og tað má lærugreinin føroyskt hava. Serliga í grunddeildini hevur tað í eina tíð verið ein góð tilgongd í føroyskum; vit hava fingið lesivegleiðarar og nógv nýtt og gott tilfar. Hetta hevur lyft føroyskt og eisini førleikarnar at undirvísa í føroyskum. Eg dugi ikki at síggja fyrimunirnar at skerja tímatalið í føroyskum. Eftir mínum tykki er tað eitt afturstig at skerja, sigur Asta Wolles, lærari í føroyskum.
Frálæran í føroyskum er so nógv annað og meiri enn at lesa og skriva, vísir Asta Wolles á, og tí er tað umráðandi, at lærarin hevur tíð og umstøður at tosa nógv við næmingarnar og siga frá, og at nógv orka verður løgd í at læra næmingarnar hugtøk og orð.
- Skulu børnini ogna sær eitt livandi og fjølbroytt mál, so er týdningarmikið, at tíð er til tað fjølbroytta virksemið, sum lærugreinin rúmar. Føroyskt er eisini ein mentanarberi, eitt dannilsisfak. Børn læra lættliga mál, og vit skulu ikki verja tey ímóti t.d. donskum og enskum, men skal ávirkanin frá útlendskum ikki gerast ov stór, so mugu vit hava holla undirvísing í føroyskum, og nýta føroyska málið á øllum pallum, ikki bara, tá ið føroyskt er á skránni, men í øllum lærugreinum. Tímatal er ikki alt, men tímar eru fortreytin fyri, at tú sum lærari skalt megna at hava eitt fjølbroytt innihald í tímunum.
Les meiri í Skúlablaðnum ella á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.










