Amy veit, hvat tað er at flyta millum Føroya og Danmark, tí hetta er aðru ferð, at hon flytur. Tær hava búð í hjartanum í Keypmannahavn, í hesum umfarinum í trý ár, og ætlanin er, at ein íbúð í miðbýnum í Havn verður karmur um familjulívið komandi tíðina. Amy skal sum einligur forsyrgjari royna at fáa ein gerandisdag í føroyska høvuðstaðnum at bera til.
– Eg eri komin heim orsakað av yngru døtrunum. Tað er ein týðandi lutur í uppvøkstrinum hjá teimum, at tær kenna pápa sín og familjuna, tí tey eru helvtin av teirra samleika. Eg havi tó tryggjað mær, at finna vit ikki eydnuna her, so flyta vit aftur. Fyri meg persónliga er tað eingin ivi um, at tað eitt afturstig at flyta heimaftur, men eg kann ikki bara hugsa um meg sjálva. Fyri teirra skyld gevi eg tí ein kjans, sigur Amy Hansen í samrøðu í bókini Exit Føroyar.
Í samrøðuni greiðir hon frá, hvussu hon hevur upplivað munin millum lívið í føroyska samfelagnum og í danska høvuðsstaðnum. Danska samfelagið og danski mentaliteturin hóvar Amy, veðurlagið við, og so kennir hon seg drigna av einum fleirmentaðum samfelag, har hon heintar íblástur til sítt kreativa virki.
Amy hevur útbúgving sum fotografur, og í Í summar gjørdist hon liðug við útbúgving sína innan e Design á KEA, ið er Vinnuháskúlin í Keypmannahavn. Útbúgvingin snýr seg í høvuðsheitum um fíggjarstýring, marknaðarførslu og íverksetan.
- Í grundini vil mann bæði, hóast annað dregur meiri, sum Danmark í mínum føri. Hevði mann kunnað, so hevði mann havt eitt bein í hvørjum landi.
– Í Danmark møti eg einari rúgvu av fólki, sum geva mær íblástur. Har føli eg, at eg mennist alla tíðina, ikki minst av teimum spennandi avbjóðingunum, eg allatíðina royni at finna. Útheimurin hevur so nógv spennandi at bjóða.
- Í Føroyum er alt tað sama, tað keðir meg, og eg kenni tað sum, at eg steðgi upp. Alt gongur seinni fyri seg, her er ein annar máti at liva uppá og ein mentalitetur, sum ikki tiltalar meg.
Tað er eingin trupulleiki at seta orð á, hvat Amy Hansen dámar við danska høvuðsstaðnum, sum hon sær sum sín næsta heimstað eftr Søldarfjørð.
– Eg havi altíð elskað Keypmannahavn, alt lívið, ið er har, og tey spennandi menniskjuni, eg møti. Eg elski tann anonymitetin, ið er har; samstundis eri eg ikki einsamøll og kann vitja fólk, um eg havi hug til tað. Míni nærmastu eru sum eg rættiliga spontan, og tað er deiligur mótsetningur til alt tað skipaða, sum eyðkennir Danmark, sigur Amy Hansen.
(Brot úr greinini “Eitt afturstig at flyta heimaftur” í bókini Exit Føroyar)