Tað hevur verið soleiðis á Sandoyarleiðini og á øðrum leiðum hjá Strandfaraskipum Landsins, at ferðandi bara hava rindað einaferð, tá siglt hevur verið um firðirnar.
Skipanin við Teistanum hevur verið hon, at ferðandi hava rindað, tá komið verður umborð í Skopun og í Hesti, men ikki, tá komið verður umborð á Gomlurætt.
Men, nú er ferðaseðlaskipanin umborð á Teistanum broytt, soleiðis at gjaldast skal bæði, tá farið verður umborð í Skopun, í Hesti og á Gomlurætt.
Hetta elvir til eyka stríð, bæði hjá ferðandi og manning, og umborð á Teistanum stúra teir eisini fyri, at hetta fer at seinka fráferðum, tá betra tíðin av árinum nærkast, og fleiri ferðandi verða á farleiðini.
Ferðandi duga als ikki at síggja nýggju ferðaseðlaskipanina sum nakað framstig, men heldur sum eitt rímiliga stórt afturstig - í 2014.
Samstundis, sum ferðaseðlaskipanin er broytt, er prísurin at ferðast við Teistanum millum Gomlurætt og Skopun eisini lækkaður við einari 5-krónu - úr 45 krónum fyri hvønn ferðandi báðar vegir niður í 20 krónur hvønn vegin.
Prísurin fyri bil við førara er tó hin sami, sum hann hevur verið, nevniliga 160 krónur, og her verður eisini goldið, tá farið verður umborð í Skopun, í Hesti og á Gomlurætt - 80 krónur hvørja ferð.