Eitt A-320 flogfar afturat til Atlantsflog

Seinni í summar fær Atlantsflog eitt størri flogfar av typuni A-320, sum er sama slag, sum tað nýggjara flogfarið hjá Atlantsflog.

 

– Vit skifta tað flogfarið, sum vit hava leasað, eitt A-319 út við eitt A-320, sum vit eisini leasa, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog.

 

Munurin millum hesi bæði flogførini er, at A-319 tekur 144 ferðafólk, og A-320 tekur 24 fleiri, 168.

 

– Tað er ein fyrimunur við at hava tvey flogfør av sama slagi, eitt nú tá vit skulu rudda upp, tá órógv hevur verið á flogferðsluni, tí tað ber illa til at senda eitt A-319 eftir ferðafólkum frá einum A320, sigur Niels Mortensen.

 

Talan er um eitt brúkt flogfar, sum kemur úr Russlandi.

 

– Men tað er eitt gott flogfar, sigur Niels Mortensen.

 

Nýggja flogfarið kemur í flotan hjá Atlantsflog í september.