Leygarkvøldið kl. 19 verður farið niðan í Hýsisá í Miðvági, at hugleiða um Mikkjal á Ryggi, tí tað var í hoyna í 1909 at Mikkjal risti 2 ørindi í helluna í ánni, soljóðandi:
Vatnið vinnur harðar hellur,
slættar niður fjøll.
Lýggin gongur, grasið fellur,
fella so vit øll.
Stirnar blóðið
steðgar hjartað,
legst enn maður lík,
sálin í Guðs himni bjarta,
livir fræls og rík.
Hans Jørgensen skúlastjóri, hugleiðir og
Sámal Ravnsfjall og Elin Akselsen
luttakað við sangi.
Ein drekkamunnur verður aftaná.
Tað er Vága Kunningarstova, sum skipar fyri.










