Eitrandi algur gera av við laks í Chili

Ein chilenskur alari hevur mist 760.000 laksar í eitrandi algublóming har suðuri í Chili.

 

Felagið Salmones Blumar, sum er alifelag í Chili, hevur mist laks av eitrandi algum fyri stívligar 21 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Talan er um 760.000 laksar, sum doyðu farna vikuskiftið, tá eitrandi algur raktu alibrúkið.   

 

Men, sambært samtaksstjóranum í felagnum, Gerardo Balbotin, er laksurin tryggjaður, og tí fær hendingin ikki stórar fíggarligar avleiðingar fyri Salmones Blumar.

 

Eitrandi algurnar raktu eitt av alibrúkunum hjá felagnum í Aysen-regiónini har suðuri í Chili.

 

Sum skilst á iLaks, sum skrivar um hendingina, eru neyvu tølini fyri laksadeyðan ikki endaliga gjørd upp enn.

 

Í Chili hava tey av og á havt trupulleikar við eitrandi algum, og hesin trupulleiki er heldur ikki ókendur í øðrum londum sum ala laks.

 

- Á vári í 2016 vóru stórir algutrupulleikar, og tá misti chilenska alivinnan eisini fyri slakar 20 miljónir krónur í okkara peningi av eitrandi algum, skrivar iLaks.