iLaks veit at siga, at alivinnan í Chili framvegis er herjað av eitrandi algum, sum higartil hava gjørt av vð 4.200 tons av laksi.
Heimasíðan skrivar, at tilbúgving nú er í gongd sum skal taka sær av støðuni í tilsamans 18 alistøðum í syðra parti av Chili.
Seks alibrúk í Los Lagos-regiónini eru rakt og 12 í Aysén-regiónini.
Feløgini, sum eru rakt av eitrandi algunum, eru sambært heimasíðuni Mowi, Aquachile, Yadran, Multiexport Granja Marina Tornagaleone og Salmones Camanchaca.
Sagt verður úr Chili, at nevndu regiónir at kalla eru líka hart raktar, og lagt verður aftrat, at umleið 2,5 prosent av laksinum í økinum er deyður.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at alivinnan í Chili verður rakt av eitrandi algum. Hetta hendi eisini í 2016. Algan ger, at iltinnihaldið í sjónum minkar, og laksurin kvalist.
Í 2019 misti alivinnan í Noregi átta miljónir laksar, tá algur tóku seg upp í umhvørvinum við fleiri alibrúk.