Eitraður babymatur

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ger vart við, at donsku matvørumyndugleikarnir hava illgruna um, at babymatur í gløsum frá "Hipp banan og ferskenmos" møguliga er eitrað við botulismu. Vøran heldur sær til og við desember 2008 og inniheldur 125 g. Gløsini eru merkt við lotnummar: L35655. Brúkarin verður mæltur til at beina hesa vøru burtur. Illgrunin er íkomin, eftir at eitt 5 mánaðar gamalt barn er vorðið sjúkt av botulismu. Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk um at seta seg í samband við læknan, um børn, sum hava etið barnamatin, vísa sjúkueykenni við vamli, spýggju og leysum lívi. Enn er ógreitt, um vøran er seld í Føroyum.