Øll hava rætt til eina almenna fólkapensjón, eisini tey, sum eru vælbjargað við góðum privatum pensjónum.
Tað heldur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Á aðalfundinum í felagnum leygardagin fanst hann hvassliga at nýggju pensjónsskipanini hjá samgonguni, tí hann heldur, at tað fer at seta tey við lágum og miðalinntøkum í eina enn verri støðu, enn tey longu eru í.
Og hann staðfestir rætt og slætt, at pensjónsskipanin má broytast aftur.
Í sambandi við pensjónsskipanina, hevur eitt ávíst kjak tikið seg upp um framtíðini hjá almennu fólkapensjónini.
Á landsfundinum hjá Miðflokkinum herfyri varð upplýst, at samgongan arbeiðir við eini ætlan, har tey, sum hava góðar, privatar pensjónir, skulu ikki eisini hava almenna fólkapensjón.
Les eisini: Vælbjargað skulu ikki eisini hava almenna fólkapensjón
Úrslitið av hesum verður, at tá fer at bera til at hækka fólkapensjónina munandi hjá teimum, sum onga privata pensjón hava, men sum bara hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at líta á.
Men hesum er Javnaðarflokkurin rúkandi ósamdur í.
Javnaðarflokkurin sigur, at almenna fólkapensjón er ein mannarættur hjá øllum. Tey, sum eru rík, hava eisini goldið nógvan skatt, men skulu tey missa fólkapensjónina, fer tað at eggja teimum til at streingja á fyri at sleppa undan at rinda skatt.
Tey hava ráð til privatar tænastur og halda uppat at rinda skatt, hava vit heldur ikki ráð til grundleggjandi tænastur til øll hini, heldur Javnaðarflokkurin.
Les eisini: Tey ríku skulu eisini fáa fólkapensjón
Georg F. Hansen, formaður í landsins størsta verkamannafelag, Føroya Arbeiðarafelag, er samdur við Javnaðarflokkinum.
- Vit í Føroya Arbeiðarafelag halda, at tann almenna fólkapensjónin er ein mannarættur hjá øllum, eisini teimum, sum hava góðar privatar pensjónir.
Tað merkir, at sama, hvussu góða privata pensjón, fólk hava, skulu tey eisini hava eina almenna fólkapensjón?
- Tað er okkara støða, sum nú er, sigur Georg F. Hansen.
Hann sigur, at hann hevur slett og aldeilis ikki álit á, at samgongan fer at hækka fólkapensjónina, hóast tey, sum hava aðrar pensjónir, missa hana.
Hann heldur, at so verður tað bara enn eitt sparitiltak hjá samgonguni og at pensjónin fer ikki at hækka, sama um tey við privatum pensjónum missa hana ella ikki.