Góðveðrið, sum vit hava havt seianstu viku sær tú til at halda sær í nakrar dagar afturat.
Í dag sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlahúsinum, at tað verður turt og sólglottar, og at hitin verður millum 8 og 11 stig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, seinnapartin minni vindur. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, turt og sólglottar. Og hitin verður millum 8 og 11 stig.
Um veðrið seinni í vikuni sigur Petur Skeel Jacobsen, at hósdagin og fríggjadagin kunnu vit vænta gul til stívt andøvsgul av landsynningi og yvirhøvur turt, men fríggjadagin møguliga regn. Hitin millum 7 og 11 stig.
Sambært langtíðarforsøgnini hjá norska yr.no, so verður regn leygardagin, meðan sólin fer at skína sunnudagin. Forsøgnin fyri næstu viku sær ikki eins vøkur út, tí tá fara vit aftur at síggja regn. Men hitin heldur sær á umleið 6-7 stigum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Peturi Skeel Jacobsen.