Áskoðarar
Tað hevur leingi verið ein sannroynd, at øll gistingarhús í Føroyum hava meldað fult hús hesa vikuna, sum Týsklands-dysturin er á skránni. Tá týska landsliðið spælir, plagar tað ikki at fara framvið uttan víðari, og á Føroya-ferðini hevur liðið sjálvsagt fylgi av hópin av áskoðarum.
Hjá summum teirra hevur staðið eitt sindur á at herberga sær, men onkrir teirra hava tó funnið sær veg til Nólsoyar, har Hervør Hansen, ið eigur og rekur kaffistovuna hevur tikið ímóti teimum og syrgt fyri, at teir hava fingið eini hús at búgva í.
Sjálv sigur Hervør, at hon var eitt sindur nervøs, nú hesir skuldu koma.
- Ikki tí, eg havi so bara góðar royndir av týskum ferðafólki, men man veit ongan tíð, hvussu er við fólki, sum tú ikki hevur sæð fyrr. Hesir hava tó víst seg at vera fýra sera fittir ungir mans, og enn hava teir so einki gjørt um seg.
- Ein trupulleiki er tó, og tað er ferðasambandið. Tað greiddi eg teimum eisini frá, tá teir skuldu koma higar, men tað løgdu teir vertin á. Í dag fara teir til Havnar, og so finna teir útav, um teir klára fartin heim, men tað haldi eg ikki hevði tann heilt stóra áhugan, sigur hon flennandi.
Akkurát hvussu verður við hesum, er so ein onnur søga, men tað er neyvan væntandi, at býarlívið í Havn komandi dagarnar steðgar, tá Ritan skal til Nólsoyar.