Eisini summarhús í Saksun

Hóast langt er millum nýbygd sethús í fleiri av smærru bygdunum í Sunda kommunu, so hendir kortini okkurt á hesum øki.

Í løtuni tekur eitt øki, við stórum tali av summarhúsum, skap norðuri við Gjógv. Og nú er líkt til, at ein onnur lítil bygd, við 21 íbúgvum, kann verða merkt av tí sama.

Á seinasta býráðsfundinum í fjør varð samtykt, at ganga eini umsókn um eina summarhúsætlan í Saksun á møti.

Byggi- og býarskipanarnevndin hevði frammanundan viðmælt hesum, treytað av at loyvi fæst frá øðrum myndugleikum, og at geva loyvi til at arbeiða víðari við tí.

Tá málið kom fyri býráðið varð tað einmælt samtykt.