Eisini á Strandferðsluni fara at tey halda sólarmyrking fríggjamorgunin.
Strandferðslan boðar frá, at av tí at nøkur av skipunum eru í sigling um sama mundi, sólarmyrkingin er fríggjamorgunin, verður ferðaætlanin broytt.
Tað merkir, at túrarnir, skipini eiga at sigla, um tað mundi sólarmyrkingin er, verða ikki sigldir.
Samstundis verða allir túrar hjá Bygdaleiðum ímillum klokkan 9 og klokkan 11 fríggjamorgunin, avlýstir.