Málið um eldáseting á matstovuni Marco Polo tykist nú at vera vorðið alt meira umfatandi. Meðan løgreglan hevur kannað málið, eru teir komnir til ta niðurstøðu- eisini at skuldseta mannin fyri at vera samsekan í eldáseting í matstovuni Skáanum.
Tann eldsbrunin var í februar í 1997, men eldurin varð sløktur, áðrenn stórvegis skaði hendi.
Meðan hetta málið verður kannað enn meira, er varðhaldsfongslingin av tí 26 ára gamla manninum longd við enn fýra vikum - til 22. desember.
Á rættarfundinum í gjár kom fram, at tann 26 ára gamli maðurin móti gjaldi hevur fingið ein annan mann at seta eld á fyri seg, og undir avhoyringum av hesum øðrum manni er nevnd ein upphædd upp á 10.000 krónur.
Ein annar maður hevur annars verið skuldsettur í hesum máli, sum enn ikki er avgreitt. Hesin maðurin kom fyri tíggju døgum síðani á politistøðina í Havn, har hann boðaði frá, at tann 26 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri eldásetingina í Marco Polo, hevði lovað honum fyri eldáseting ina. Hann hevur játtað seg sekan.
Málini líkjast
Løgreglan heldur, at fleiri líkheitstekin eru millum hesar báðar eldsbrunarnar - og í báðum førum gongur skuldsetti maðurin aftur.
Viðvíkjandi eldinum í Marco Polo er komið fram, at maðurin hevur arbeitt á matstovuni, at hann gjørdist ósamdur við hinar ánararnar og síðan varð uppsagdur.
Maðurin hevur áður arbeitt á matstovuni Skáanum, har hann eisini gjørdist ósamdur við eigaran og varð uppsagdur.
Teir báðir leiðararin á Pizzaria í Skáanum, har skuldsetti arbeiddi, hava undir avhoyringunum greitt frá, at skuldsetti skal hava hótt teir, tí at hann var uppsagdur.
59 vitni avhoyrd
Ákærin kravdi mannin persónskannaðan - við atliti til mentalkanning, og hesum mótmælti verjin ikki. Men málið um at leingja varðhaldsfongslingina kærdi verjin til landsrættin, sum í dag fær neyðugu pappírini, so støða kann takast til tað málið.
Rættarfundurin í gjár snúðið seg fyri tað mesta um nýggju skuldsetingina um eldin í Skáanum í fjør, og tað var bara tann 26 ára gamli maðurin, sum varð avhoyrdur.
Í málinum um eldin á Marco Polo eru nú 17 vitni afturat avhoyrd, so til samans eru 59 vitni í tí málinum.










