Eisini sjúkrarøktarfrøðingar rýma

Sjúkrarøktarfrøðingar velja eins og handverkararnir at arbeiða aðrastaðni enn í Føroyum

Forkvinnan í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong, vísir nú á, at tað er ein trupulleiki, at alsamt fleiri sjúkrarøktarfrøðingar velja at fara uttanlands at arbeiða.

 

Politiska skipanin er farin undir at viðgera trupulleikan við at føroyskir handverkarar fara í onnur lond at arbeiða, men Óluva í Gong ger nú vart við, at tað ikki einans er handverkaravinnan, ið er rakt.

 

Eitt økt tal av sjúkrarøktarfrøðingum arbeiðir uttanlanda. Hetta eru ikki fólk, sum  gjarna vilja arbeiða langt heimani frá. Tað er tíðanverri neyðugt at brúka eina part av tíðini við at vinna pening uttanlanda fyri at kunna uppihalda sær í Føroyum.Tey fólkini sum fara av landinum fyri at arbeiða og hava bindingar til Føroyar antin gjøgnum børn/familjur ella hús koma vónandi heim aftur. Tað er tó eisini ein partur sum er leysur tá fari verður av landinum, og vandin er tí stórur fyri at tey ikki finna heima aftur, sigur forkvinnan í lesarabrævi í dag.

 

Ungar stakar føroyskar kvinnur við góðari útbúgving. Hetta er góð útflutningsvøra.Okkara grannalond standa við opnum ørmun og taka ímót teimum, meðan tann føroyska politiska skipanin  ikki hevur lagt til merkis at tær flyta. Ein kann bara undrast yvir støðuna, skrivar Óluva í Gong í lesarabrævi sínum.

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur yvir fyri fleiri politikkarum  víst á,  at Føroyar er tað landið, sum útbúgvir fægst sjúkrarøktarfrøðingar, samstundis sum at vit hava hægsta miðalaldur samanborið við hini norðanlondini.

 

- Hetta, sjálvt um vit hava kvalifiseraðar umsøkjarar til úbúgvingina, sum svarar til  minst tveir flokkar av sjúkrarøktarfrøðingum á hvørjum árið. Enn hevur  frá politiskari  síðu ikki verið mett, at hetta er eitt øki, sum skal prioriterast, sigur Óluva í Gong.

 

Les lesarabrævið frá forkvinnuni í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar her