Eisini Sea Shepherd noyðist at boða frá grind

Øll, sum síggja eina grind, hava skyldu at boða frá, eisini útlendsk ferðafólk og limir í Sea Shepherd

 

Tá ið onkur sær eina grind, hava tey skyldu at boða myndugleikunum frá.

Tað staðfestir Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum.

 

Fyrr í dag greiddu vit frá her á www.in.fo, hvussu Sea Shepherd royndi at ræða útlendsk ferðafólk. Felagsskapurin sigur, at eftir nýggju grindalógini kann tann, sum sær eina grind, uttan at boða frá tí, verða settur fastur í tvey ár og fáa 25.000 krónur í bót

 

 

Les eisini: Tvinga útlendsk ferðafólk í Føroyum í grind

 

 

Andras Kristiansen staðfestir, at øll, sum síggja eina grind, hava skyldu at boða frá.

 

Tað stendur beinleiðis í grein trý í nýggju grindalógini.

Har stendur: Tá grind ella aðrir smáhvalir, sum lógliga kunnu avlívast, eru funnin á sjóumveldinum ella innari, skulu grindaboð beinanvegin boðast sýslumanni, uttan mun til um grindin er sædd av fólki á báti ella skipi, í tyrlu ella flogfari ella fólki á landi.

Sjóøkið kring grindina er at rokna sum grindarakstrarøki ein fjórðing í allar ættir, og er undir løgdømi hjá sýslumanninum og grindaformonnunum.

 

Men Andras Kristiansen staðfestir, at tað stóð eisini í kunngerðini um grind, at øll, sum sóu eina grind, høvdu skyldu til at boða frá.

 

- Sostatt hevur tað verið soleiðis í nógv ár, at tann, sum sær eina grind, hevur skyldu at boða frá, sigur hann.

 

Hetta er sostatt eisini galdandi fyri útlendsk ferðafólk – og fyri limirnar í Sea Shepherd, sum standa tað mesta av sólkarkringinum og og hyggja og kika út í havsbrúnna.

 

Andras Kristiansen sigur, at tað einasta, sum er nýtt í nýggju grindalógini, er, at nú hava eisini tey skyldu at rópa grindaboð, sum síggja eina grind úr luftini, ella úr tyrlu ella úr flogfarið.

 

Men samstundis er tað eisini nýtt, at nú er ein beinleiðis revsing nevnd í grindalógini fyri, hvussu brot á lógina skulu revsast.

 

Víst  verður á í grindalógini, at mesta vanliga revsingin fyri at bróta hana, verður ein bót, men í serstøkum førum, har skerpandi umstøður gera seg galdandi, kann revsingin herðast til fongsul í upp til tvey ár.

 

Og tað stendur eisini, at eitt brot, sum kann revsast, er at síggja eina grind, uttan at boða frá tí.

 

Og vinnunevndin hjá løgtinginum staðfestir í sínum áliti, at minsta bótin eigur at vera 25.000 krónur, og tað hevur Løgtingið samtykt

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá ákæruvaldinum, sum eru tey hjá løgregluvaldinum, sum svara spurningum um grindalógina.