Eisini á síðu 24, Sjúrður Skaale!

Páll Poulsen


Sjúrður Skaale roynir í grein at tileinkisgera fakligan kritikk av køkuni hjá "Norðuratlantsbólkinum". Hetta kemur hann illa frá, tí talan er um upplýsingar sum ikki passa.
Tá ið tú gevur keldusavn ella søgubøkur út, er alfa og omega at upplýsingarnir eru rættir. Eru fleiri feilir, útstillar høvundin seg sjálvan fram um alt annað. Tí universell virði skulu eisini viðgerast á metaniveau, og privatu viðurskiftini hjá høvundunum og hvat teir annars halda um seg sjálvar telja ikki. At bagatellisera egnar miserur er óføroyskt. Bókin er á donskum, skulu danir aftur trúgva tí sum ikki passar?
Tað nyttar einki at argumentera við umrøðu í pressuni. Hvørki her ella har. Tí tað merkir bara at onkur hevur góðar kontaktir at trýsta á. Tann fantastiski Ole Espersen kemur ongantíð at hjálpa okkum, tí hann stríddist ímóti grønlendingum, sí FF-Blaðið.
Harafturat var Espersen opponentur hjá Harhoff Dr. Jur., og við hesum stempli fyri hansara í støðum villeiðandi viðgerð av føroyskum, donskum og eisini íslendskum viðurskiftum. Ein tílíkur professari, doktari og fyrrv. løgmálaráðharri Danmarkar vil okkum einki gott. "Den førende danske ekspert i folkeret", kalla teir Harhoff.
Men tað eg skuldi siga, var at á síðu 24 stendur: "Færøerne er ved at blive besat af England," og tað sigur alt um restina. Send hatta til "The Scottish National Party".