Eisini Reina verjir Torres

Øðin er sum kunnugt stór millum Liverpool viðhaldsfólk eftir at Fernando Torres skifti til Chelsea. Serliga hevur tað gjørt ilt verri, at Torres hevur sagt, at skiftið er eitt stig upp eftir.

 

- Summi siga, at hann vísir ov lítla virðing, men eg haldi, at tað hann gav, var ótrúligt. Hann vaks við Liverpool, og Liverpool sum lið vaks við honum, sigur Pepe Reina.

 

Reina sigur, at avgerðin hjá Torres ikki longur var viðkomandi, tí eingin leikari er størri enn liðið.

 

- Leikarar koma og fara, men tað, sum stendur eftir, er felagið og viðhaldsfólkið, sigur Reina.

 

- Soleiðis er fótbóltur. Tað hendir hvørt einasta kappingarár, at leikarar koma og fara, og Fernando var fantastiskur fyri okkum í trý og eitt hálvt kappingarár. Hann gjøri alt fyri felagið. Kanska timingin ikki var hin besta, men hetta var ein stórur møguleiki fyri hann, og 50 milliónir pund í bankanum er tvífalt tað, sum vit rindaðu fyri hann, sigur Pepe Reina við BBC.