Eisini okkara land

Tónleikabólkurin M?as Blues Band gevur í dag út sína fyrstu fløgu við heitinum Hetta er eisini mítt land. Fløgan umfatar níggju løtt poppløg og er væl kryddað við einum boðskapi, ið øll hava brúk fyri at hoyra

 

Útgáva

Emma Vágoy, Demmis Hansen, Lennart Magnussen og Olfert Rasmussen eru kjarnin í M?as Blues Band. Tey hava nú í nøkur ár spælt saman. Fyri einum ári síðani fóru tey undir eina verkætlan, sum var at gera eina fløgu við teirra løgum. Eitt ár og nógvar arbeiðstímar seinni, kemur fløgan so út í dag. Ein fløga við níggju løttum poppløgum, sum tey syngja og spæla. Tey flestu løgini hevur bólkurin sjálvur staðið fyri at gera við góðari hjálp.

Tey í bólkinum kenna hvønnannan frá Verkstaðnum Vón og Sambýlinum á Bóndaheygi 14. Emma Vágoy singur, Demmis Hansen spælir gittar og Olfert Rasmussen tekur sær av slagtoynum saman við Lennart Magnussen, sum hevur ferðast til Havnar úr Húsavík einaferð um vikuna fyri at venja saman við bólkinum.

Lennart og Emma siga seg vera glað, nú fløgan er liðugt, og hetta hava tey verið glað fyri at gjørt, hóast tað hevur tikið sína tíð. Navnið hjá bólkinum er eitt slag av orðaspæli við navnið hjá Emmu. Tá tey vóru og vitjaðu úti á Sosialinum hósmorgunin, høvdu tey eina fløgu við til okkara, og tey siga seg vóna, at onnur fara at keypa fløguna, men tey leggja ikki so nógv í tað kortini, tí tað snýr seg fyrst og fremst um at spæla hjá teimum.

Tað er Jóannes Jakobsen, sum hevur staðið á odda fyri verkætlanini. Hann hevur tikið sær av tí mesta, m.a. tikið upp, gjørt kápu og hann spælir eisini við bólkinum. Hann sigur, at nógv tíð er farin til hetta, men limirnir í bólkinum hava ongantíð latið eitt ónt orð frá sær, meðan tey hava arbeitt við verkætlanini.

Fløgan hevur eisini ein boðskap at bjóða upp á, sum kanska er ein leitan eftir viðurkenning.

Til at hjálpa sær við hevur hann havt Árna Andreasen, sum hevur verið ein góður stuðul. Eisini onnur hava verið við í verkætlanini. Jimmy og Eyðstein hava verið eykamenn. Eisini hevur bólkurin havt eina sokallaða undirgrundsmanning, sum hevur spælt grundtónleikin inn. Tónleikurin er spældur inn so at siga akkustiskt. Tað eru, Rógvi á Rógvu, Edvard N. Debes, Niclas Johannesen, Finnur Hansen, Malan Thomsen og Regin Jacobsen. Finnur Hansen hevur eisini ljoðblandað fløguna.

3-arin gevur út saman við Sambýlið Bóndaheygur 14

Fløgan er at fáa í sølubúðunum frá í dag.