NSÍ og høvuðsvenjarin hjá Vodafoneliðinum hjá NSÍ, Pauli Poulsen, eru samd um at steðga samstarvinum millum partarnar.
Tað boðar felagið frá á heimasíðu síni.
Pauli kom upprunaliga í felagið í 2007 sum hjálparvenjari hjá Jóhan Nielsen, men hevur seinastu 3 árini havt høvuðsábyrgdina av besta liðinum hjá felagnum.
Aftrat meistaraheitinum í 2007 og fjórðaplássinum í 2008 hevur NSÍ undir leiðsluni hjá Paula rokkið einum triðjaplássi í 2010 og fjórðaplássum í 2009 og nú 2011. Úrslitini mugu tí sigast at vera sera góð, og fer nevndin tí at takka Paula Poulsen fyri gott samstarv og góð avrik hesi árini, skrivar NSÍ-heimasíðan.