Eisini nógv at takast við í Miðvági

Fiskivinna

Á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági hava tey eisini nóg mikið at takast við, nú fiskiskapurin hjá trolarunum er so góður.
Meginparturin av fiskinum, sum virkið arbeiðir, verður keyptur á uppboðssølu. Fiskurin verður koyrdur í Vágarnar, og nú undirsjóvartunnilin er komin, er eingin bíðitíð longur.
Virkið landar eisini okkurt skip av og á, og í vikuni hevur Vesturtúgvan landað í Miðvági.
Á skrivstovuni vóru tey ikki greið yvir, hvussu nógv skipið hevði, tá ið vit frættu hósmorgunin.
- Her er nógv fiskaarbeiði hvønn tann einasta dag, siga tey í Miðvági.
Virkisleiðarin, Albert Ellefsen, er uttanlands.